Innanlands

Ikki hægri løn men skulu hava ráðharrabil

Knappar 90.000 krónur um mánaðin til løgmann og góðar 70.000 krónur til landsstýrisfólk er hóskandi, heldur ein nevnd, sum hevur handað álit

Ester Dahl, løgmaður, Christian Danielsen og Óli Meinertsson Hansen

Ester Dahl, løgmaður, Christian Danielsen og Óli Meinertsson Hansen

2021-05-07 09:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lønin hjá løgmanni og landsstýrisfólki er hóskandi, men ráðharrabilur eigur at vera tøkur.

Tað heldur ein nevnd, sum hevur handað løgmanni tilmæli um samsýning og eftirløn til landsstýrisfólk og løgmanni. Tað er løgtingslóg nr. 77 frá 6. mai 2003, sum ásetur, at løgmaður hvørt valskeið tilnevnir eina nevnd at gera tilmæli um samsýningar og eftirløn til landsstýrisfólk.

Fyri at tryggja eina óhefta nevnd heitti løgmaður á føroysku limirnar í dómaratilnevningarnevndina um at tilmæla hvørji fólk skuldu veljast í nevndina. Í nevndini hava verið Ester Dahl, Óli Meinertsson Hansen og Christian Danielsen.

Umframt ráðharrabil mæla tey til at nærri reglur um samskiftisútreiðslur hjá landsstýrisfólkum verða ásettar í kunngerð, og at øll lønarinntøka skal vera mótroknað í fráfaringarløn, um so er, at fráfaringarlønin verður latin fyri eitt tíðarskeið, sum er longri enn tríggjar mánaðir.

Eftir galdandi lóg fær løgmaður eina mánaðarliga samsýning, sum er 130 prosent av 40. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins. Landsstýrisfólk fáa eina mánaðarliga samsýning, sum er 110 prosent av 40. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins.

Lønarsamsýningin hjá løgmanni er 86.874 krónur um mánaðin. Landsstýrisfólk fáa 73.508 í lønarsamsýning um mánaðin.

Alt álitið frá nevndini sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder