placeholder
Innanlands

Íbúgvar eystan Múla kunnu byrja at gleða seg

Løgtingið samtykti í dag at hækka kostnaðin í verklagslógini upp í hálva milliard. Tunlarnir norð um Fjall skulu eftir ætlan verða lidnir í 2024

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-01-21 17:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgtingið samtykti seinnapartin einmælt við aðru viðgerð at hækka kostnaðin í verklagslógini til nýggju tunlarnar norður um Fjall upp í 522 milliónir krónur.

Tunlarnor norður um Fjall verða eftir ætlan lidnir í 2024, og verða 4,1 kilometrar til longdar.

Í 2009 var mett at teir fóru at kosta 252 milliónir krónur, men kostnaðurin er hækkaður nakað síðani tá. Kostnaðurin nú er 522 milliónir krónur.

Øll 27 tingfólkini sum vóru í tingsalinum, tá atkvødd var, atkvøddu fyri uppskotinum frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni.

Triðja og seinasta viðgerðin verður týsdagin 26. januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder