Uttanlands

Í New York nýta tey nú hópgravir

Amerikanski staturin New York er sera hart raktur av koronavirussinum, men nú verða færri fólk innløgd.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-04-08 13:20 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

USA er tað landið, ið hevur flest tilburðir av koronovirussinum. Ein av statinum, ið er sera hart raktur, er New York, har tey nú nýta hópgravir til tey sum eru deyð við smittuni.

Tað seinasta samdøgrið eru 799 deyð við koronasmittuni í New York, tað er tað hægsta talið higartil.

Tað hevur verið ein avbjóðing at finna gravstað til tey deyðu. Tí verður oyggin Hart Island í Bronx nýtt til at grava tey deyðu, ið ikki hava nakran avvarðandi.

Men í hesi myrku tíð, er eisini ljós at hóma. Tað vera færri fólk innløgd við koronismittuni nú. Tað seinasta samdøgri eru 200 fólk innløgd New York, tað er tað lægsta í tríggjar vikur.

Í USA eru tilsamans yvir 460.000 fólk smittavið korona, tað er næstan tríggjar ferðir so nógv sum í Spania, ið er landið við næstflest smittaðum.


---


Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.


Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder