Innanlands

Í minsta lagi 11 fólk hava latið lív í vanlukkuni

Motorvegabrúgvin í Italia, sum rapaði beint fyri middag, kroysti í minsta lagi 11 fólk í bilum til deyðis

(Mynd: Polizia di Stato)

(Mynd: Polizia di Stato)

2018-08-14 15:14 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í minsta lagi 11 fólk hava latið lív í vanlukkuni í Italia, tá ein motorvegabrúgv rapaði beint fyri middag í dag, sambært italienskum miðlum, harímillum RAI og La Republicca.

 
Italienska tíðindastovan ANSA skrivar, at fleiri kroystir bilar við deyðum fólki liggja undir brotunum, men í minsta lagi tvey fólk eru fingin úr bilunum á lívi. 
 
Italienska løgreglan vil vera við, at ein ógvusligur stormur við hvirlum upp í 57 kilometrar um tíman um tað mundið var atvold til, at brúgvin rapaði. Tað skrivar sjónvarpsrásin CNN.
 
Italienska løgreglan hevur deilt eitt video á Twitter av løtuni, tá ið brúgvin gav eftir og rapaði, sum kann síggjast niðanfyri.
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder