Mentan

Í kvøld fer BUBU á ferð - og hevur konsert í Klaksvík

BUBU súkklar frá Viðareiði og endar við konsert við bátabrúgvarnar í Klaksvík klokkan 20 í kvøld

2018-08-08 17:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað er í kvøld, at Klovnurin BUBU fer undir verkætlanina við heitinum BUBU á ferð, tá ið súkklað verður av Viðareiði til Klaksvíkar við stuttum steðgi í Hvannasundi.

Tá ið komið verður til Klaksvíkar, fer BUBU at hava stutta konsert við bátabrúgvarnar, har hann fer at syngja nakrar sangir, og stutt verður greitt frá um verkætlanina, ið hevur til endamáls at savna inn pening til børn ið Føroyum. 
Ágóðin av innsavnaða peninginum, fer í ár til Barnabata, Sinnisbata og Bláa Krossi.
 
Súkklað verður av Viðareiði kl. 18.50 og komið verður til Klaksvíkar um 20.00 tíðina, og øll eru vælkomin.
 
Meira kann lesast um verkætlanina á facebookvanganum hjá Klovninum BUBU, har ein eisini sær møguleikarnar fyri at stuðla, og vangin sæst HER!
 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder