Innanlands

Í gongd við tekniskar umvælingar umborð á Teistanum

Talan er um serfrøði í Týsklandi, ið er í gongd. Teistin verður liggjandi á Gomlurætt, til arbeiðið er liðugt, og fer skipið væntandi aftur í sigling í morgin, fríggjamorgunin

Orsøkin til at Teistin ikki siglir í løtuni, eru planlagdar broytingar sum eru tekniskar umvælingar (Mynd: Sverri Egholm)

Orsøkin til at Teistin ikki siglir í løtuni, eru planlagdar broytingar sum eru tekniskar umvælingar (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-09 18:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Siglingin hjá Teistanum hevur seinastu dagarnar verið nakað darvað av, at veðrið hevur ringt, men tað er ikki tí, at Strandfaraskipið liggur í kvøld.

Strandferðslan boðaði longu seinnapartin í gjár frá, at seinastu túrarnir í dag, hósdagin 9. januar, fóru at vera klokkan 15.50 av Gomlurætt og klokkan 16.35 úr Skopun.

Harvið verður ikki siglt meira í kvøld - túrarnir í Hest og úr Hesti verða heldur ikki sigldur.

-Orsøkin til hesar broytingar eru planlagdar, tekniskar umvælingar, har serfrøði kemur úr Týsklandi at standa fyri arbeiðinum, ið ikki kann útsetast.

Soleiðis skrivar ssl.fo. Sambært Strandferðsluni fer Teistin helst aftur í sigling, sambært ferðaætlanini, í morginárini. 

- Teistin verður tí liggjandi á Gomlurætt til arbeiðið er liðugt og fer skipið væntandi aftur í sigling fríggjamorgunin. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder