Uttanlands

Í dag verður revsingin ásett

Fyrrverandi amerikanski løgreglumaðurin Derek Chauvin var í apríl funnin sekur í at hava dripið George Floyd undir einari handtøku í fjør, og í dag verður revsingin kunngjørd – Gitt verður, at hann fær millum 20 og 25 ár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-06-25 16:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í apríl var fyrrverandi amerikanski løgreglumaðurin, Derek Chauvin funnin sekur í at hava dripið litta amerikanska mannin George Floyd undir einari handtøku í Minneapolis 25. mai í fjør, og revsingin verður ásett í dag.

Derek Chauvin varð fyri tveimum mánaðum síðani funnin sekur í øllum trimum punktum í ákæruritinum, tað mest álvarsama snýr seg um dráp, og kann tað geva upp í 40 ára fongsulsrevsing.

Derek Chauvin hevði undir allari rættarviðgerðini noktað seg sekan í øllum ákærum. Hann varð skuldsettur fyri manndráp í fjør, eftir hann hevði trýst knæið móti hálsinum á George Floyd í yvir níggju minuttir undir einari handtøku. Orsøkin til handtøkuna var, eitt handilsfólk hevði meldað George Floyd fyri at hava goldið fyri vørur við einum falskum 20-dollaraseðli.

Undir handtøkuni segði George Floyd ferð eftir ferð, at hann ikki fekk andað, áðrenn hann seinni misti vitið. Hendingin varð tikin upp á video, og upptøkurnar ferðaðust um allan heimin, og elvdi hetta til stór mótmæli í USA og seinni eisini í restina av heiminum.

Revsingin hjá Derek Chauvin verður ásett á rættarfundi í Hennepin County klokkan 13.30, ið er 19.30 okkara tíð, skrivar Ritzau.

Ákærumyndugleikin vil hava 30 ára fongsulsrevsing, men fleiri sakførarar hava, sambært lokala miðlinum StarTribune, gitt, at revsingin verður millum 20 og 25 ár.

Málið um drápið á George Floyd er serligt á tann hátt, at tað er bert aðru ferð í søguni hjá statinum Minnesota, at eitt løgreglufólk endar í fongsli fyri at hava dripið eitt sivilfólk, meðan tey vóru í tænastu. Trý onnur løgreglufólk luttóku eisini í handtøkuni á George Floyd í fjør, men rættarmálið móti teimum verður fyrst seinni í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder