Innanlands

Í dag ber aftur til at støkka inn

Støkk inn-koppseting verður á Suðuroyar sjúkrahúsi kl. 17-18, á Klaksvíkar sjúkrahúsi kl. 12-13, og á Landssjúkrahúsinum kl. 18-19

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-05 10:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, hósdagin 5. august, verður aftur skipað fyri støkk inn-koppsetingum, har fólk kunnu støkka inn á sjúkrahúsini og verða koppsett uttan at hava bókað tíð frammanundan.

– Góð undirtøka hevur verið fyri at støkka inn til koppseting og tí verður hetta roynt aftur, skrivar Sjúkrahúsverkið.

Støkk inn-tíðirnar eru:

  • Á Suðuroyar sjúkrahúsi kl. 17-18
  • Á Klaksvíkar sjúkrahúsi kl. 12-13 (Umráðandi er at brúka høvuðsinngongdina, sum vendir oman móti vágni)
  • Á Landssjúkrahúsinum kl. 18-19
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder