Uttanlands

Hvítur roykur í Rom

Kardinalarnir eru blivnir samdir um ein nýggjan páva

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-05-08 17:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Minst 89 av teimum 133 kardinalunum eru vorðnir samdir, og hava valt nýggjan páva fyri Frans páva, sum doyði páska morgun.

Seinasta samdøgrið hava nógv fólk verið savnað á Pætursplássinum í Rom og hava bíðað eftir, at kardinalarnir skulu velja nýggjan páva.

Fleiri atkvøðugreiðslur hava verið og nakrar ferðir er svartur roykur komin úr skorsteininum á Sixtinska Kapellinum. Í kvøld kom hvítur roykur í skorsteinum.

Navnið á nýggja pávanum verður alment seinni tá ovasti kardinalurin sigur orðini "Habemus papam!", sum er latínskt fyri "Vit hava ein páva".

Sonevnda konklavan byrjaði í gjárkvøldið, tá hurðarnar til Sixtinska kapellið vórðu latnar aftur.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder