Innanlands

Hvalbingar vaknaðu til døglingar á sandinum

Fýra døglingar svumu seg upp á land

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-08-29 11:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tá Hvalbingar vaknaðu í morgun høvdu fýra døglingar svomið seg upp á sandin.

Jacob Vestergaard, sýslumaður, fortelur, at hann bleiv ringdur upp klokkan hálvgum seks í morgun. Sýslumaðurin gav boð um at døglingarnir skuldu avlívast.

- Vit avgjørdu at hvalbingar bara stóðu fyri hasum sjálvir. Teir fingu grindabýtislistan, sum vanliga verður nýttur, og so verða partarnir býttir til sóknina.

Jacob Vestergaard metir, at borgararnir í Hvalba og Sandvík øll fáa ein part av døglingunum, og sigur at einki fer av bygdunum.

Ikki er loyvt at reka døgling, men leggur hann beinini sjálvur, kann hann avlívast og skerast upp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder