Innanlands

Húsahagi verður stongdur

Skjótt verður óviðkomandi bilferðsla ikki longur loyvd í Húsahaga

Mynd: SEV

Mynd: SEV

2020-09-12 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir 1. oktober verður ikki longur møguligt hjá ørindaleysum at koyra við bili niðan í Húsahaga, har eitt nú vindmyllulundin hjá SEV er staðsett.

Bummur verður settur fyri við byrjanina av vegnum, sum førir niðan í hagan, soleiðis at bert tey, ið hava arbeiðsørindi í haganum, sleppa niðan, boðar SEV frá.

Avmarking av atgongdini til hagan var partur av uppruna avtaluni um hagan við Búnaðarstovuna, og hetta stig verður so tikið nú, fyri at avmarka ørindaleysari ferðslu í økinum, skrivar elfelagið á heimasíðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder