2026-05-12 18:20
Krists himmalsferðardag, 14. mai verður hugnaløtu á økinum við Leguhúsið í Nesvík.
Tað er Føroyska Sjómansmissiónin, sum skipar fyri, og verður tiltakið millum klokkan 14 og 17. Hetta er ætlað sjómansfamiljum.
Trúboðin skriva rá heimasíðu sínari, at høvi verður at grilla mat á grillini hjá Leguhúsinum, sum familjurnar hava við. Sjómansmissiónin bjóðar the og kaffi.
Møguleiki verður eisini fyri at spæla á økinum við Leguhúsið og at rógva við bátum.
Endað verður við bøn og ”Gakk tú tryggur fram við góðum treysti.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald