Innanlands

Hugin Reistrup vart ph.d. um brokk hjá tannáringum

Hugin er lækni á deildini fyri búk- tarm og livursjúkur á sjúkrahúsinum í Herlev. Tað er har, at hann hevur arbeitt og granskað - millum annað saman við øðrum føroyingum

Hugin Reistrup sæst næstuttast til høgru - í klædningi (Mynd: Granskingarráðið)

Hugin Reistrup sæst næstuttast til høgru - í klædningi (Mynd: Granskingarráðið)

2025-07-09 13:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin 26. juni vardi Hugin Reistrup ph.d.-ritgerð sína um brokkskurviðgerðir hjá tannáringum. 

​Hugin Reistrup er lækni á Afdeling for Mave-, Tarm-, og Leversygdomme á Herlev Hospital og hevur har arbeitt við verkætlan um viðgerð av brokk hjá tannáringum. Hann hevur verið innskrivaður á Københavns Universitet til ph.d.-lesturin.

Ritgerðin kallast: “Management of groin hernia in adolescents​”. Arbeiðið var í fleiri pørtum og er útgivið í fýra vísindagreinum, greiðir Granskingarráðið frá á heimasíðu sínari.

- Jacob Rosenberg, kliniskur professari og yvirlækni á Herlev Hospital, hevur verið høvuðsvegleiðari, og Siv Fonnes, lækni á Herlev Hospital, hevur verið hjávegleiðari.

Í metingarnevndini vóru:
Frederik Helgstrand, kliniskur lektari á Institut for Klinisk Medisin á Københavns Universitet, formaður
Michael Festersen Nielsen, kliniskur professari og granskingarleiðari á Institut for Regional Sundhedsforskning á Syddansk Universitet
Hanna de la Croix, yvirlækni á Sahlgrenska University Hospital.

Undir tíðini á Herlev hevur Hugin millum annað granskað saman við øðrum føroyingum, ið eru í gongd við útbúgving á læknafakliga økinum.

Til ber at síggja meira á fakliga vanganum hjá Hugini Reistrup

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder