placeholder
Mentan

Hoyvíkar kirkja 15 ár

Morgunmatur, guðstænasta, sunnudagsskúli og konsert verður sunnudagin

2022-11-04 10:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Allahalgannasunnudag 6. november heldur Hoyvíkar kirkja sín 15 ára vígsludag.

Klokkan 9.30 verður bjóðað til morgunmat í Kirkjukjallaranum.

Guðstænastan byrjar klokkan 11. Silvitni syngur, og børnini fáa høvi at fara í sunnudagsskúla. Theodor Eli Dam Olsen og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sóknarprestar, standa fyri guðstænastuni.

Tarira og Tórshavnar Kamarkór
Klokkan 16 verður høvi at hoyra vakra og stórbæra verkið Requiem eftir Duruflé og hartil fleiri smærri yndislig kórverk í Hoyvíkar kirkju. Tað eru Tórshavnar Kamarkór og Tarira, sum saman við tveimum solistunum og tónleikarum fara at framføra undir leiðslu av Bernharði Wilkinson. Solistar eru ungu og evnaríku Hanne Marit Mordal Iversen og Aksel Frisnes. Organistur er Markus Tähti Dunseth og á sello Kristina á Váli.

Franska tónaskaldið og organisturin Maurice Duruflé skrivaði deyðsmessuna, Requiem op. 9, í tíðarskeiðnum 1941-1947. Verkið er skrivað fyri blandað kór, tveir sangsolistar, og hevur tríggjar ymiskar instrumenteringar at velja ímillum; eina við urgu og sello, eina við urgu og strúkiorkestur, og eina við urgu og symfoniorkestur. Tað er tann fyrstnevnda, ið verður brúkt í konsertini í Hoyvíkar kirkju.

Samstundis sum Duruflé skrivaði verkið, var hann eisini ígongd við eina suitu fyri urgu, har hann brúkti tema úr gregorianskum sálmasangi sum íblástur, og valdi tí eisini at brúka nøkur av somu temaum til deyðsmessuna.

Havandi í huga, at Duruflé sjálvur var organistur, er tað kanska ikki so løgi, at urgan spælir ein stóran leiklut í verkinum, tað er tiltikið torført at spæla og setir eisini krøv til sjálva urguna. Urgan í Hoyvíkar kirkju er nýliga umvæld og útbygd og er hon tann urgan her heima, sum í stíli og stødd hóskar seg best til hesa framførsluna.

Hini kórverkini á skránni eru:

Franz Biebl: Ave Maria

Felix Mendelssohn-Bartholdy: Den Er hat seinen Engeln

Charles Wood: Hail, Gladdening Light

Josef Rheinberger: Messa í E-moll, Kyrie

J.S. Bach: Komm Jesu Komm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder