Franska konsulatið í Føroyum boðar frá, at tað í morgin hósdagin verður møguleiki at vitja umborð á fronsku fregattuni Auvergne, sum liggur við bryggju í Havn.
Skipið bleiv brúkt til venjing við evakueringina í Norðragøtu í gjár.
Fýra ymiskar vitjanartíðir verða bodnar út, og pláss er fyri 20 fólkum til hvørja klokkutíð hósdagin 13. august: kl. 08:30, kl. 09:30, kl. 10:30 og kl. 11:30.
Áhugað kunnu skriva teldupost til [email protected] ella senda sms til 211057. Skrivið navn, kyn, føðingardag og hvørja klokkutíð ynski er at vitja. Veljið fegin tvær klokkutíðir sum ynski 1 og ynski 2. Tey, sum fáa plássini, fáa boð um tað.
Seinasta freist at tekna til, er í dag mikudag 12. august kl. 17.
Tey, sum ætla umborð og fáa svar um, at tey hava fingið pláss, mugu hava samleikaprógv við umborð, so sum pass ella koyrikort. Børn mugu fylgjast við vaksnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald