Innanlands

Høvdu 17,6 milliónir í halli í 2020

Vága floghavn var, og er, rakt av koronufarsóttini. Leiðslan metir heldur ikki, at útlitini fyri komandi tíðina ella fyri føroyska ferðavinnu sum heild eru góð

Fyrireikingarnar til útbygging á flogvøllinum halda fram hóast heldur døpru útlitini

Fyrireikingarnar til útbygging á flogvøllinum halda fram hóast heldur døpru útlitini

2021-05-07 16:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frá avlopi á fimm og eina hálva milliión í 2019 til hall á beint yvir 17 og eina hálva millióni í 2020. Hetta er veruleikin hjá Vága floghavn.

Tað skrivar Kringvarpið í dag.

Samtakið er rakt av koronustøðuni, og í leiðslufrágreiðingini verður gjørt greitt, at eitt lutfalsliga stórt hall eisini er í væntu fyri hetta árið, tí at umstøðurnar hjá flogferðsluni helst vánaligar stóran part av árinum.

Tað framgongur í leiðslufrágráðingini, ið KVF vísur til, at sum heild eru vónirnar hjá Regini Jakobsen og hinum í samtakinum fyri føroysku ferðavinnuna sum heild einki serligar.

Hóast hetta eru glottar at hóma, og hildið verður fram við at fyrireika útbygging á flogvøllinum.

Les eisini: Atlantic Airways og Vága floghavn hava nú fingið pening úrlandskassanum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder