Innanlands

Høvdingabóltur og gott lag á Glasi

Mikudagin vórðu næmingar á hægri námi fyri fyrstu ferð síðan korona kom samlaðir til eitt felags tiltak

2021-05-13 14:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Lagið var gott á næmingunum á hægri námi á Glasi mikudag seinnapart, tá teir fyri fyrstu ferð síðani korona kom vóru samlaðir til eitt felags tiltak.

Næmingarnir vóru ógviliga fegnir um aftur at kunna savnast til eitt gott tiltak, sum byrjaði høvdingabólti. Hetta spælið er sprottið úr filminum “Dodgeball” við tveimum kendum filmstjørnum úr Hollywood í høvuðsleiklutinum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, varð boðin at seta dagin.

[object Object]

- Tykkara framtíð er spennandi. Tit lesa alt frá marknaðarbúskapi og tænastubúskapi til framleiðslutøkni og eisini innovasjón. Hetta eru alt útbúgvingar, sum stórur møguleikar eru í.

- Fyri Tórshavnar kommunu er tað umráðandi at hava ungdómin í býnum. Ein ungdóm sum hevur ætlanir fyri framtíðina. Ja, ein ungdóm, sum fegin vil læra nýtt og sum dámar væl at vera virkin í gerandisdegnum.

- Nógv er hent her í økinum, og tað er gott at síggja, hvussu væl tit trívast á Glasi. Bygningurin er sjónligur í býarmyndini, og hann er við til at geva Havnini ein dám av einum røttum stórbýi. Og eg vóni eisini, at tit verða sjónlig í Havnini og í øllum Føroyum í framtíðini, og at tit fara at seta tykkara dám á høvuðsstaðin og alt landið í framtíðini.

- Eitt er púra vist. Við hesum fjølbroyttu útbúgvingunum, sum tit taka, so er tað eingin ivi um, at tykkara møguleikar fyri eini bjartari framtíð í okkara høvuðsstaði og í okkara landi eru nógvir og spennandi.

Borgarstjórin fekk eisini heiðurin at kasta fyrsta bóltin í spælinum.

Áleið 50 næmingar ganga á hægri námi á Glasi.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder