Innanlands

Hotel Brandan, Hotel Hafnia og Hotel Føroyar viðurkend í White Guide Nordic

Hotellini eru viðurkend í norðurlendska hotell- og matarleiðaranum White Guide Nordic við flokkingini “Exceptional Level”

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-06-15 11:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Trý hotell í Føroyum – Hotel Brandan, Hotel Hafnia og Hotel Føroyar – eru øll vorðin viðurkend í norðurlendska hotell- og matarleiðaranum White Guide Nordic við flokkingini “Exceptional Level”, sum er ein av hægstu flokkingunum hjá miðlinum.

White Guide Nordic er kent kring Norðurlond fyri sínar óheftar metingar av hotellum, matstovum og upplivingum, har dentur verður lagdur á tænastu, gastronomi, samleika, innrætting, burðardygd og samlaðu gestaupplivingina.

Í metingunum av føroysku hotellunum verður serliga víst á høga tænastustøðið, serføroysku gestablídnina og tann sterka samleikan, ið hotellini hava megnað at skapa í samspæli við føroysku náttúruna og mentanina.

Hotel Brandan verður framhevjað fyri modernaða norðurlendska sniðið, burðardygd, wellness-umstøður og gastronomisku upplivingarnar. Hotel Hafnia fær góð skoðsmál fyri søguliga samleikan mitt í Havnini og leiklutin sum eitt livandi býhotell við persónligari tænastu og hugnaligum umstøðum.

Hotel Føroyar verður róst fyri sín sermerkta arkitektur og staðsetingina oman fyri Tórshavn, har náttúra, friður og altjóða komfort verða sameind í einari heildaruppliving.

At fleiri føroysk hotell nú verða staðsett á hægsta støði í einum altjóða leiðara sum White Guide Nordic verður mett sum eitt týðandi tekin um menningina innan føroyska ferðavinnu seinnu árini.

White Guide Nordic hevur seinastu árini fingið vaksandi týdning sum leiðbeinari fyri ferðafólk og vinnuligar gestir í Norðurlondum, og viðurkenningin setur enn einaferð Føroyar á kortið sum eitt spennandi og dygdargott ferðamál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder