Mentan

Hópin til morgunsvimjing á Vesturskin

Vesturskyn byrjaði við Fosshyli í Sandavági í morgun

2019-08-18 13:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vesturskin byrjaði í morgun, og fyrsta tiltakið á mentanarvikuni í Vágum var morgunsvimjing í Fosshyli í Sandavági. Hópin av fólki høvdu leitað sær norð í Fosshyl, har bæði vaksin og børn fingu sær eitt frískligt morgundip, og morgunmatarskál frá Matbitanum við Elsu Sandberg Nielsen omaná.

Sí fleiri myndir her.

Nógv tiltøk eru á skránni í dag: 

12.00 – 18.00 Listasýning við Bjørk Gudmundsen / Fiskastykkið, Sandavágur 

14.00 Søguforteljing í Hentzar’sa handli / Sandavágur 

Rakel Helmsdal lesur nýggju bókina "loftar tú mær? – ein blíð søga um deyðan".

15.00 – 18.00 Afternoon tea á Magenta – Gamla hotellið / Miðvágur

15.00 – 18.00 List úr Vatnsoyrum / Gamla fjósið, Vatnsoyrar 

Lydia Nielsen og Pól Skarðenni sýna listaverk. 

Kórið ‘Fljóðljóð’ framførir nøkur løg.

16.00 – 19.00 Listasýning í SOR-bygninginum / Sørvágur 

Jana Johnhardsdóttir sýnir listaverk.

Spjaldur sýnir plakatir.

18.00 Filmssýning ‘Verkir’ / Marghøllin,Sørvágur 

Føroyskur dokumentarur eftir Karinu og Theresu Jákupsdøtur um broytingina frá at kvinnur áttu heima, til at allar føðingar eftir fáum árum vóru fluttar inn á sjúkrahúsið. (70 min.) Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.

20.30 Sólseturskaffi í Gásadali 

Møtt verður við Gásadalsgarð haðani gingið verður niðan á eggina til kaffi og harmonikutónar. Sørvágs tónleikarafelag spælir nøkur løg.

Sí skránna fyri alla vikuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder