Uttanlands

Hópdrápsmaðurin tók 22 mannalív um vikuskifti

Ógvusligasti skottilburður í Kanada í nýggjari tíð

2020-04-23 07:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

22 deyð á 16 gerningsstøðum.

Í Kanada hevur løgreglan umsíðir gjørt upp blóðuga hópdrápið, sum fór fram í eystara parti av Kanada um vikuskiftið, tá ein 51 ára gamal tannteknikari framdi ógvusligasta hópdráp í nýggjari kanadiskari søgu.

Millum offrini vóru ein 17 ára gamal, trinni hjún, ein sjúkrasystir, ið var við barn og ein kanadiskur løgreglumaður, skrivar BBC.

Mett verður, at gerningsmaðurin hevur skotið á 16 ymsum støðum, og varð ikki funnin og skotin av løgreglufólkum fyrr enn eftir eina 14 tíma langa jagstran.

Les eisini: Vápnaður maður dripið minst 16 fólk 

Myndugleikarnir arbeiða framvegis við at fáa greiði á, hvat hendi. Kanningarnar eru truplar, eitt nú tí eldur er kyndur á fleiri av gerningsstøðunum.

Sambært løgregluni kendi gerningsmaðurin nøkur av offrunum, men framvegis stendur týdningarmesti spurningurin ósvaraður: Hví gjørdi hann tað?

Alt bendir á, at skottilburðurin varð fyrireikaður.

Maðurin var ílatin løgreglubúna og koyrdi runt í einum bili, sum líktist einum løgreglubili, og tað gjørdi tað serliga trupult at finna fram til mannin, vísir løgreglan í Kanada á.

Hendingarnar byrjaðu klokkan 22.30 leygarkvøldið, lokala tíð í Portapique í Nova Scotia, tá løgreglan fekk boð um ein skottilburð. Komin á gerningsstaðið vórðu fleiri deyð fólk funnin umframt at eldur var settur á bygningar og bilar, skrivar BBC.

Seinni komu fráboðanir um fleiri gerningsstøð í Nova Scotia-økinum. Framvegis arbeiðir løgreglan við at kanna, um maðurin kanska hevur fingið hjálp til ógerningin.

Kanadiska løgreglan væntar, at tað fer at taka mánaðir áðrenn full greiða er fingin á, hvat tað var, sum hendi um vikuskiftið.

Justin Trudeau, forsætisráðharri, ásannar, at tað er trupult at vísa sorgina í núverandi korona-umstøðunum. Í staðin fyri eitt vanligt minningarhald, er ætlanin at halda eitt tykisligt hald í morgin, ið verður stroymt á YouTube og Facebook.

Hópdráp eru lutfalsliga óvanlig í Kanada, ið hevur eina nógv strangari vápnalóggávu enn grannalandið, USA.

Sambært Ritzau er hendingin um vikuskiftið tann ringasts í landinum síðan desember 1989, tá ein vápnaður maður drap 15 kvinnur í Montreal. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder