Uttanlands

Hong Kong: Uppboðssøla av ljósareyðum diamanti sett met

Diamanturin Williamson Pink Star varð fríggjadagin seldur fyri nærum 50 milliónir dollarar, ið er met fyri prís per karat goldið fyri ein gimstein

(Mynd: AFP)

(Mynd: AFP)

2022-10-08 14:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin varð ein ljósareyður diamantur seldur á uppboðssølu í Hong Kong fyri nærum 50 milliónir dollarar, ið svarar til uml. 381 milliónir krónur. Við skatti verður hetta 57,7 milliónir dollarar – uml. 442 milliónir í okkara krónum.

Talan er um eitt nýtt met fyri prís per karat, ið er goldið fyri ein diamant ella gimstein, seldur á uppboðssølu, upplýsir auktiónshúsið Sotheby's sambært altjóða miðlum.

Diamanturin, ið verður nevndum Williamson Pink Star varð seldur einum dulnevndum keypara úr amerikanska statinum Florida.

Áðrenn sølan fór í gongd, varð mett, at diamanturin fór at verða seldur fyri 21 milliónir dollarar – uml. 160 milliónir í okkara krónum – men keyparin hevur also goldið meira enn tvífalt so nógv.

Ljósareyðir diamantar eru eitt sera sjáldsamt slag av gimsteini, og er eftirspurningurin eftir hesum á altjóða marknaðinum tí sera stórur.

Williamson Pink Star diamanturin er navngivin eftir tveimum øðrum ljósareyðum diamantum – CTF Pink Star, sum varð seldur fyri 71 milliónir dollarar, ella 540 milliónir krónur, í 2017, og Williamson Stone, sum varð givin bretsku Elizabeth II í brúðargávu.

Williamson Pink Star vigar 11,15 karat. Ein karat svarar til 0,2 gram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder