
Tað er nú greitt, at George Simion frá høgravíðgongda flokkinum AUR kann rópa seg vinnara av fyrsta umfari av forsetavalinum í Rumenia.
Sambært valnevndini í landinum, fær Simion knapt 41 prosent av atkvøðunum.
Kortini kann ES-skeptikarin og Trump-fjepparin enn ikki kalla seg forseta í Rumenia. Tí einki av valevnunum fekk oman fyri 50 prosent av atkvøðunum. Tí verður nýtt valumfar hildið 18. mai, skrivar dr.dk.
Her skal Simion eftir øllum at døma kappast við óhefta valevnið Nicusor Dan, borgarstjóra í Bukarest, sum sambært fyribilstølunum sær út til at hava fingið næstflest atkvøður í tøttum stríði við Crin Antonescu, ið er valevnið hjá rumensku stjórnarsamgonguni.
Teir báðir standa til at hava fingið ávikavist 20,98 og 20,09 proent av atkvøðunum.
Valið í gjár varð hildið fimm mánaðir eftir, at ein roynd var at halda valið í Rumenia. Í desember varð annað umfar ógildað orsaka av illgruna um russiska íblanding til frama fyri høgravíðgongda og russiskt vinarliga forsetavalevnið, Calin Georgescu, í fyrra valufmari.
Henda avgerð møtti harða mótstøðu, frá eitt nú amerikanska Trump forseta og hansara umsiting.
Georgescu, sum vísti allar skuldsetingar um samband við russland aftur, fekk hereftir bann fyri at stilla upp til umvalið.
George Simion, sum nú vann fyrra umfar, verður mettur at vera eitt slag av arvtakara hjá Georgescu. Hann er farin til val eitt nú við at minka um ávirkanina á landið frá ES og við at minka um stuðulin til Ukraina.
Tað búgva góðar 19 milliónir fólk í Rumenia, sum hevur verið limur í Nato síðan 2004 og ES síðan 2007.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald