Uttanlands

Høgni Hoydal og danski verjumálaráðharrin viðgjørdu verjusemju og radara á Sornfelli

- Føroyskir myndugleikar - Løgting og landsstýri - eiga at vera partur av øllum avgerðum, sum viðvíkja trygd og verju um okkara leiðir. Í tí sambandi er eisini neyðugt við samstarvið millum føroysku og donsku stjórnirnar, sigur landsstýrismaðurin, ið eisini hitti sendiharran hjá USA

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum, er í løtuni í Danmark. Har hevur hann hitt persónar, sum hava ávísan týdning fyri føroyska virksemi uttanfyri landoddarnar (Mynd: uvmr.fo)

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum, er í løtuni í Danmark. Har hevur hann hitt persónar, sum hava ávísan týdning fyri føroyska virksemi uttanfyri landoddarnar (Mynd: uvmr.fo)

2023-03-09 14:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum, er í løtuni í Danmark. Har hevur hann hitt persónar, sum hava ávísan týdning fyri føroyska virksemi uttanfyri landoddarnar.

Tann eini var Troels Lund Poulsen. Hann er virkandi verjumálaráðharra, tí at formaður hansara í Venstre, Jakob Elleman-Jensen, er sjúkrameldaður orsakað av strongd.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið skrivar á heimasíðu sínari, at komandi verjusemjan hjá donsku stjórnini og ætlanirnar at seta upp lofteftirlitsradara á Sornfelli vóru millum høvuðspunktini á skránni.

Føroyar skulu hava egnan og virknan leiklut í samstarvinum millum sameind á trygdar- og verjupolitiska økinum, og hetta hevur valla havt størri týdning enn nú heimspolitiska støðan er fyri stórum broytingum, skrivar uvmr.fo.

Høgni Hoydal leggur, eins og í samrøðu við Portalin tann dagin samgonguskjalið varð undirskrivað, at breiðar semjur í Føroyum og nevndarviðgerðir eru umráðandi í slíkum málum, og at avgerðirnar skulu takast í Føroyum - tó við góðum samstarvið við donsku stjórnum.

-  Føroyskir myndugleikar - Løgting og landsstýri - eiga at vera partur av øllum avgerðum, sum viðvíkja trygd og verju um okkara leiðir. Í tí sambandi er eisini neyðugt við samstarvið millum føroysku og donsku stjórnirnar, og fundurin í dag legði lunnar undir hesa tilgongd,” sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Næsti fundur millum Høgna Hoydal og Troels Lund Poulsen verður eftir ætlan í Føroyum í apríl, upplýsir aðalráðið. Landsstýrismaðurin hevur eisini hitt amerikanska senidharran í Keypmannahavn, Alan Leventhal, í samband við sína vitjan í danska høvusstaðnum.

Í gjár tosaðu teir báðir um hvussu samstarvið, ið hevur høga raðfesting fyri landsstýrið skal styrkast Beinleiðis flogrutur millum Føroyar og USA, eitt føroysk amerikanst handilskamar, mentanardagar í New York og sendistova í Washington eru millum átøkini, sum standa fyri framman.

- USA er ein týðandi samstarvspartur fyri Føroyar, og ein stórur marknaður fyri føroyskan útflutning. Trygdarpolitiska støðan í heiminum ger, at vit í samstarvi við okkara sameindu mugu taka størri ábyrgd til tess at syrgja fyri, at friður og støðufesti valda,” sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, við uvmr.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder