Innanlands

Høgni H. Andersen vart ph.d. á Herlev Hospital

Ritgerðin snúði seg um bróstkrabba og ymiskar viðgerðir tí viðvíkjandi. Høgni Hammershaimb Andersen hevur gjørt verkætlanina í samstarvi við KU, Herlev og Gentofte sjúkrahús

Høgni í miðjuni - saman við metingarnevnd og vegleiðarum (Mynd: vp.fo)

Høgni í miðjuni - saman við metingarnevnd og vegleiðarum (Mynd: vp.fo)

2023-04-21 07:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin 30. mars vardi Høgni Hammershaimb Andersen ph.d. ritgerð sína við heitinum: "The effect of and barriers towards exercise-based interventions in patients with breast cancer in systemic treatment and the influence of CRP on the prognosis".

Hetta skrivar gransking.fo, ið vísir til Vágaportalin og heimasíðuna hjá Gentofte Hospital.

Føroyingurin, ið nú hevur eina ph.d innan fysioterapi, hevur verið innskrivaður á Københavns Universitet. Júst hendan verkætlanin er gjørd í samstarvi við Herlev og Gentofte sjúkrahús.

Upplýst verður, at tríggir persónar - tríggir professarar - vóru í metingarnevndini: Julie Midtgaard, professari á Københavns Universitet og forkvinna í nevndini, Anders Bonde Jensen, professari á Aarhus Universitet og Anna Campbell, professari á Edinburgh Napier University.

Vegleiðarar hava verið Dorte Lisbet Nielsen, professari, Julia Sidenius Johansen, professari, Carsten Bogh Juhl, professari, Anders Vinther, ph.d. og Cecilia Margareta Lund, dosentur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder