Innanlands

Hjartastartari bjargaði lívinum hjá Hans

Betri Stuðulsgrunnurin hevur gjørt tríggjar filmar, sum lýsa stuðulsverkætlanir hjá grunninum

2019-05-14 07:32 Author image
Tíðindaskriv

Í sambandi við nýggju heimasíðuna hjá Betri Stuðulsgrunninum eru nýggir filmar framleiddir, sum lýsa stuðulsverkætlanir hjá grunninum. Ein av filmunum er við Hans Falkvard Hansen, sum bleiv bjargaður av hjartastartara í 2014, tá hann fekk hjartasteðg á veg til Skopunar.

Í 2018 lat Betri Stuðulsgrunnurin 35 hjartastartarar til allar vøllir og hallir kring landið. Endamálið hjá Betri Stuðulsgrunninum er at virka samfelagnum at gagni gjøgnum stuðulsavtalur.

Á heimasíðuni kann søkjast um stuðul til virksemi, ið er skaðafyribyrgjandi, sjúkufyribyrgjandi og tryggleikaskapandi. Í ávísum førum verður eisini latið til annað samfelagsgagnligt endamál.

Umframt møguleikan at senda stuðulsumsókn, verður eisini møguleiki at tilnevna vælgerandi endamál, ið fólk meta hava stuðul uppibornan.

Sí meira á nýggju heimasíðuni www.betristudul.fo

- Betri

placeholder
placeholder