Hjartagávan ger mun hjá børnum í fátækraváða

Eitt jólatræ við hjartaformaðum kortum á greinunum stendur á lítla torgi á niðastu hædd í SMS. Kortini eru jólagávuynski, sum Barnabati hevur fingið frá børnum, og til ber at gera mun við at henta eitt kort av trænum og keypa gávuna

2025-12-08 11:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 8. til og við 14. desember skipa Barnabati, Posta og SMS fyri átakinum Hjartagávan, sum snýr seg um at gera mun fyri børn, sum liva í fátækaváða.

Eitt jólatræ við hjartaformaðum kortum á greinunum stendur á lítla torgi á niðastu hædd í SMS. Kortini eru jólagávuynski, sum Barnabati hevur fingið frá børnum, og til ber at gera mun við at henta eitt kort av trænum og keypa gávuna.

Tá ið gávan er keypt, skal gávan og kortið við ynskinum latast marknaðardeildini í SMS, og síðani syrgir Posta fyri, at gávan kemur á rætta stað.

– Hjá flestu børnum er jólatíðin ein fjálg og spennandi tíð full av hugna og hjúkli. Men summum tørvar hjálp og stuðul hesa ársins tíð. Tí er tað við gleði, at SMS, Barnabati og Posta taka stig til Hjartagávuna, har tú kanst hjálpa, gleða og skapa jólahugna hjá børnum, sum liva í fátækaváða, verður sagt í tíðindaskrivi.

Hjartagávan er sett á stovn við íblástri frá danska átakinum Ønsketræet, og hetta er fyrstu ferð, at átakið er í SMS.

- Hetta er júst tað, sum okkara kjarnuvirksemi handlar um. Saman við glaðum gevarum kunnu vit vera við til at skapa jólahugna hjá børnum og ungum í Føroyum, sum liva í fátækaváða. Hetta er stórt og er við til at bøta um og menna teirra kor, trivnað og menning, sigur Hedvig Johansdóttir, aðalskrivari í Barnabata.

Edvard Remberg, stjóri í Posta sigur, at tey á Posta eru errin av at stuðla Hjartagávuni, sum er við til at skapa jólahugna hjá børnum.

– Tað er okkum ein gleði at tryggja, at jólagávurnar verða bornar til út til børn, ið hava tørv á teimum, sigur hann.

- Jól eru gleðitíð, og ein tann besta kenslan í verðini er at gleða eitt annað menniskja og at kunna gera mun, sigur Durita Nolsøe, býlingsstjóri í SMS.

Kortini eru á jólatrænum frá 8. til og við 14. desember, og gávuynskini liggja millum 200 og 500 krónur. Tikið verður ikki ímóti brúktum klæðum ella leikum, men tey, sum ynskja at lata brúktar lutir kunnu venda sær til ein av hjálparfelagsskapunum í Føroyum.

Meiri kunning um, hvussu tú gleðir eitt barn við hjartagávuni fæst her: Gleð eitt barn á jólum við eini hjartagávu - SMS.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder