Innanlands

“Hjálp, eg skal uttanlands at lesa” byrjar í kvøld

Klaksvík í kvøld og høvuðsstaðurin í morgin

Mynd: Ó

Mynd: Ó

2018-08-01 11:03 Author image
Sverri Egholm

- Tað kann tykjast fløkjasligt, tá tú flytur av landinum í lestrarørindum. Hvussu gert tú við SU, NemID, CPR nr., banka- og tryggingaviðurskifti? Um tú ert ein av teimum, ið situr inni við hesum, ella øðrum spurningum, er tað akkurát tær, vit skulu hava fatur á, sigur Hanus Samró, stjóri og eigari av Ó.

Ó skipar saman við BankNordik fyri tiltakinum “Hjálp, eg skal uttanlands at lesa”, ið verður í Spaniastovu í kvøld klokkan 19.00 og í BankNordik høvuðssætinum hóskvøldið 2. august klokkan 19.00.

- Vit hava fingið umboð fyri Studna, Trygd, BankNordik og Føroya Ráðgevingina at greiða frá, hvussu tú skal gera við SU, NemId og Cpr nr v.m. Harafturat fara lesandi úr Aalborg, Aarhus, Keypmannahavn, Onglandi, Póllandi og Íslandi at greiða frá, hvussu tú skal gera, tá tú flytur av landinum í lestrarørindum.

placeholder
placeholder