Innanlands

Hildu ólavsøku vestanfyri Suðuroynna

Heykur og Falkur landaðu til Faroe Origin í morgun

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

2018-07-30 19:19 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin

- Vit hava havt eina góða ólavsøku og gjørt ein góðan túr vestanfyri Suðuroynna, siga skopuningarnir Poul Ingi Mittilstein og Ólavur Jacobsen. Teir eru garvaðir trolaramenn og sigla við Falki, sum samtrolar við Heyki.

Teir høvdu verið úti í 9 dagar og landaðu 450 túsund pund til Faroe Origin í Runavík í morgun. Meginparturin av veiðuni var upsi, sum teir hava fingið vestanfyri.

- Tað er fínasta slag at halda ólavsøku vestanfyri Suðuroynna, siga teir báðir.

- Um eg var heima, so hevði eg neyvan farið til Havnar á ólavsøku kortini, sigur Poul Ingi. Ólavur segði tað sama. Teir fylgdu kortini við ólavsøkuni í sjónvarpinum og útvarpinum.

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

- Eg var bara 13 ár, tá eg fyrstu ferð fór til skips og havi siglt við trolara síðani, burtursæð frá einum ári, har eg arbeiddi heima. Eg havi siglt í 52 ár og øll árini við trolara, og tað hevur mær dámað væl, sigur Poul Ingi og smílist takksamur.

- Eg var 16 ár fyrstu ferð, eg fór til skips og havi siglt síðani. Nakrar dagar millum túrar og onkrar longri steðgir heima, havi eg arbeitt á flakavirkinum í Skopun, sigur Ólavur, sum hevur siglt í 29 ár. Teir trívast væl umborð á Falki, har teir eru við í tveir túrar og hava so frí í ein. Teir fara ikki suður millum túrarnar teir eru umborð, tí tað er nærum bara ferðing.

Falkur og Heykur fara avstað aftur í kvøld.

placeholder
placeholder