
Í august kemur nýggja føroyska skaldsøgan "Hevnd" út.
Talan er um eina myrka og psykologiska søgu, sum er skrivað av Petur Mohr Reinert, sum er ein nýggj rødd í føroyskum bókmentum. Hann hevur áður skrivað nógv, men hetta er hansara fyrsta skaldsøga.
Søgan setur spurningin: Er tað rætt at hevna seg?
Søgan snýr seg um happing og hevnd. Hon gongur fyri seg umborð á einum íspunnum frystitrolara í Sørvági og í Havn. Hóast søgan tekur støði í hesum staðarnøvnum, hevur hon onga tilknýting til veruligar hendingar ella persónar. Alt er íspunnið. Tema er happing, sum fer av sporinum, og hvussu tann happaði velur at hevna seg.
"Hevnd" er fyrsti partur í einum tríverki - trilogi, og lesarar skulu ikki bíða leingi eftir næsta parti, sigur rithøvundurin í tíðindaskrivi.
Bókin verður givin út av nýstovnaða forlagnum Tyrpa, sum rithøvundurin sjálvur eigur. Permumyndin er ein málningur eftir Helenu Dam. Tyrpa hevur greitt bókina til prentingar.
Bókin fæst í bókahandlunum og vanligu sølustøðunum kring landið, og hon verður eisini at fáa í Føroyahúsinum á Vesterbrogade í Keypmannahavn.
Framløga og signering verður í Rit&Rák í SMS fríggjadagin 29. august klokkan 17, og í Miðlatún í Vági leygardagin 30. august klokkan 14.
Petur Mohr Reinert, rithøvundur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald