Uttanlands

Hevði ætlanir um at drepa pólskar ráðharrar

Ein maður er handtikin og undir illgruna fyri ætlanir um at drepa pólska forsætisráðharran, Donald Tusk og pólska verjumálaráðharran og varaforsætisráðharran, Wladyslaw Kosiniak-Kamysz.

Pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk og pólski verjumálaráðharrin og varaforsætisráðharrin, Wladyslaw Kosiniak-Kamysz (Mynd: Wojtek Radwanski/AFP/Ritzau Scanpix)

Pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk og pólski verjumálaráðharrin og varaforsætisráðharrin, Wladyslaw Kosiniak-Kamysz (Mynd: Wojtek Radwanski/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-12 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Pólska løgreglan sigur seg hava fingið kunning um møguligar ætlanir um at drepa pólska forsætisráðharran, Donald Tusk og pólska verjumálaráðharran og varaforsætisráðharran, Wladyslaw Kosiniak-Kamysz, og ein maður í 60unum er handtikin.

Tað var pólska trygdartænastan SOP, sum kunnaði løgregluna um møguligu drápsætlanirnar, upplýsir talsfólk fyri pólska innlendismálaráðið.

Hvussu ætlanin var at drepa Tusk og Kosiniak-Kamysz er ógreitt, skriva Ritzau og Reuters.

Harðligur kriminalitetur er sjáldsamur í Póllandi, men í august varð ein 23 ára gamal maður handtikin og skuldsettur fyri at hava eggjað til dráp á pólskar politikkarar.

Tusk hevur eisini sagt, at hann hevur fingið hóttanir í kjalarvørrinum á drápsroyndini móti slovakiska forsætisráðharranum Robert Fico í 2024.

Í farnu viku vóru eisini fleiri kníválop á pólskum skúlum.

Les eisini: Trý kníválop á pólskum skúlum seinastu dagarnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder