Innanlands

Herverk framt á bilar á Argjum

Tveir bilar vórðu skøvaðir leygarnáttina, og løgreglan leitar eftir vitnum

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-08-07 09:06 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tveir bilar vórðu skøvaðir leygarnáttina í Hagagøtu á Argjum, og løgreglan leitar nú eftir vitnum til hendingina. 

Hendingin varð meldað til løgregluna í gjár, eftir at eigararnir frættu frá øðrum á Argjum, at herverk áður er framt á bilar í økinum. 

Um so er, at onkur hevur sæð hendingarnar, heitir vakthavandi á fólk um at ringja til løgregluna á telefonnummar 351448. 

 

placeholder
placeholder