Innanlands

Herverk er ein trupulleiki í høvuðsstaðnum

Borgarstjórin átalar meiningsleysar oyðileggingar av kommunalum ognum

(Mynd: torshavn.fo)

(Mynd: torshavn.fo)

2021-09-14 10:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur í dag eina átalu til borgararnar í kommununi eftir fráboðanir um “púra meiningsleysa oyðilegging av kommunalum ognum”.

Saman við greinini á heimasíðuni hjá kommununi er mynd av einum oyðilagdum útiborði við føstum beinkjum, sum er hvølvt og brotið.

- Tað verður ofta roknað sum eitt sjúkutekin í samfelagnum, tá ungdómar fremja harðskap móti deyðum tingum. Eg haldi tó, at oftast er talan um annars fittar ótangar og forherðingar, sum onkra løtu halda seg ikki at hava nakað annað at brúka orku uppá, skrivar Heðin Mortensen millum annað.

Borgarstjórin hevur tí eina inniliga áheitan á skúlar og foreldur um at tosa við børnini “um týdningin av at fara væl um og at vera góð við alt tað, vit eiga felags”. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder