
Í komandi viku byrjar Herjólfur III at sigla farmasigling millum Krambatanga og Havnina.
Íslendska skipið avloysti Smyril á Suðuroyarleiðini í heyst, og fór síðani til Íslands aftur at vera avloysaraskip í nakrar vikur, áðrenn tað eftir ætlan skuldi koma aftur til Føroya at sigla við farmi. Hetta gjørdist tó nakað seinni, enn væntað, men týsdagin byrjar Herjólfur III at sigla við farmi á Suðuroyarleiðini.
Tað boðar Strandferðslan frá í morgun.
Avgreiðsla av farmi fer fram á sama hátt sum við Smyrli. Siglt verður ein túr aftur og fram týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag.
Strandferðslan hevur leigað Herjólf fram til september 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald