2025-07-18 17:03

Runavíkar kommuna boðar í dag frá, at nýggjur leiðari er settur fyri Eldratilhaldið í kommuni.
Talan er Helmu á Sýnini, sum er 57 ára gomul.
Helma hevur síðani 2018 havt egna fyritøku sum fótterapeut í Saltangará. Hon hevur harumframt drúgvar royndir innan bæði privata og almenna arbeiðsmarknaðin, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.
Helma tekur við starvinum sum leiðari fyri Eldratilhaldið 1. august 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald