Innanlands

Heini Zachariassen gevst aftur sum stjóri í Vivino

Nú er rætta løtan at gevast, heldur hann – Nýggi stjórin verður Olivier Gremillon, sum hevur verið knýttur at Booking.com og Airbnb

Heini Zachariassen gavst eisini sum stjóri í Vivino í 2018, men hálvtannað ár seinni var hann aftur í stjórasessinum (Savnsmynd)

Heini Zachariassen gavst eisini sum stjóri í Vivino í 2018, men hálvtannað ár seinni var hann aftur í stjórasessinum (Savnsmynd)

2021-06-08 13:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hoyvíkingurin Heini Zachariassen gevst nú sum stjóri í Vivino. Tað skriva fleiri miðlar, m.a. Finans.dk.

Heini Zachariassen er ein av stovnarunum av vælumtóktu vínappini, og er hetta ikki fyrstu ferð, at hann gevst sum stjóri.

Í 2018 fór hann eisini frá sum stjóri við grundgevingini at har vóru onnur sum vóru betri egnaði til at menna fyritøkuna víðari. Síðani yvirtók amerikanarin Chris Tsakalakis stjórasessin, men hálvtannað ár seinni var Heini aftur sum stjóri.

Heini Zachariassen heldur, at nú er rætta løtan at gevast.

– Tá brúkarar gjøgnum seinastu árini eru byrjað at keypa meira og meira vín á netinum, kenst tað rætt at finna ein nýggjan leiðara við teimum røttu førleikunum og royndunum til at fáa fyritøkuna upp á næsta støðið, sigur hann.

Nýggjur stjóri verður Olivier Gremillon, sum hevur verið knýttur at Booking.com og Airbnb. Hann tekur við sum stjóri 26. juli.

Vivino var stovnað á Amager í 2010 av Heina Zachariassen og Theis Søndergaard. Í dag hevur fyritøkan høvuðssæti í amerikanska býnum San Francisco. Vivino hevur í løtuni 51,6 mió. brúkarar, og eitt vínyvirlit við yvir 13 mió. sløg av víni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder