Fyrrverandi politikarin úr Kunoy, Heini O. Heinesen, sum fylti 80 ár mánadagin í síðstu viku, doyði seinnapartin í gjár.
Heini Oyolvur Heinesen var føddur 6. august 1938 í Kunoy.
Hann var sjómaður 1954–1955 og var síðan í snikkaralæru í Klaksvík til 1959. Hann starvaðist sum byggimeistari 1967–1977 og vegaformaður hjá Landsverkfrøðinginum 1978–1988.
Heini O. Heinesen hevði nógv álitisstørv, bæði í Norðoya Tjóðveldisfelag og í Tjóðveldisflokkinum. Hann var eisini formaður í Tjóðveldisflokkinum frá 1994–2000 og formaður floksins á tingi 1994–2004. Hann varð valdur á Føroya Løgting fyri Norðoya valdømi á løgtingsvalunum í 1984, 1988, 1990, 1994, 1998 og 2002.
Heini var aktivur í bæði kommunalpolitikki og landspolitikki. Hann var borgarstjóri í Kunoy frá 1977 til 2008, varaborgarstjóri frá 2009 til 2012 og aftur borgarstjóri frá 2013.
Seinastu árini búði Heini O. Heinesen á Norðoya Ellis- og Røktarheimi.
Niðanfyri sæst ein upptøka við Heina O. Heinesen, sum varð gjørd til valið í 2011.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald