Innanlands

Heimskendur plátuvendari á Summarfestivalin

Við fleiri enn 15 milliardum ljóð- og videostroymingum av sínum sangum kemur Allan Walker á Vágsbø í summar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-02-14 17:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Norska superstjørnan Alan Walker, sum hevur yvir 15 milliardir ljóð- og videostroymingar av sínum sangum, skal undirhalda á Vágsbø í august.

Alan Walker er heimskendur DJ og verður roknaður upp í heimselituna av teimum, ið framleiða og framføra elektroniskan tónleik. Hansara stóra gjøgnumbrot var risahittið »Faded«, og hann hevur síðan hittað við sangum sum »Alone«, »All Falls Down«, »Darkside«, »The Spectre« og fleiri.

Alan Walker hevur endurblandað tónleik hjá til dømis Bruno Mars, Avicii, Coldplay, Miley Cyrus og fleiri, og hann hevur spælt konsertir saman við eitt nú Justin Bieber, Rihanna og Kygo.

- Hetta verður eitt show, sum ongantíð áður hevur verið at uppliva í Føroyum áður, sigur Summarfestivalurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder