Innanlands

Heimatænastan í Vágum økir um tænasturnar og virksemi

Hetta er orsakað av góðu koronagongdini í Føroyum. Tað inniber millum annað, at eitt avmarkað tal av vtijandi kunnu koma á Heimið á Sýnini

(Mynd: Vága kommuna)

(Mynd: Vága kommuna)

2020-06-10 16:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Góða gongdin hevur við sær, at økt verður um virksemi. Hetta boðar Heimatænastan í Vágum frá. Samstundis verður mint á, at meginreglan framhaldandi er, at tað skal forða fyri smittu, og at tamarhald skal verða á smittuketuni.

Á heimasíðuni hjá Vága kommunu er fylgjandi yvirlit gjørt yvir økingina um tænasturnar og virksemi á økinum: 

Dagtilboð Ivanshús:

Virksemi í Ivanshúsið er sum vanligt.

Fimleikur:

Fimleikurin er farin í summarfrí.

Heimahjálp og heimasjúkrarøkt:

Tænastan verður veitt sambært tørvsmetan.

Døgurðaskipan:

Heimabúgvandi borgarir sum eru í døgurðaskipan okkara, fáa døgurðan koyrdan heim sum vanligt.

Heimið á Sýnini:

Vit fara nú at økja um vitjanir og meta tað ráðiligt at lata enn meiri upp fyri avvarðandi.

Frá týsdegnum 9. Juni kunnu 10 vitjandi, 10 tey somu, koma at vitja síni avvarðandi sum búgva á Sýnini.

Framvegis skulu vitjanir verða í samráð við deildina, soleiðis at deildin fær boð frá  1. kontaktpersóninum hvør kemur at vitja. Hetta soleiðis at vit framhaldandi kunnu fáa skrásett nøvn og telefonnummar hjá øllum vitjandi. 

Vitjunartíðir verða skipaðar í tíðarskeiðnum dagliga millum kl.15.00 og 17.00 og aftur um kvøldið frá kl.19.00 – 21.00.

Eitt starvsfólk, sum er á vakt, hevur ábyrgdina av, at vísa avvarðandi inn á búrúmið, tryggja at tíðin verður hildin og at avvarðandi fara beina kós út. Avvarðandi skulu ganga inn ígjøgnum ávísar hurðar, og spritta hendur við nærmasta sprittdunk áðrenn og eftir vitjan.

Avvarðandi skulu bara verða inni í búðrúminum alla ta tíðina tey eru og vitja. Um avvarðandi hava tørv á wc vitjan, skal wc hjá teirra avvarðandi nýtast.

Vit hava ikki møguleika at bjóða kaffi/te meðan tey hava vitjan. Avvarðandi eru vælkomin at hava eitt hvørt við sær, kaffi/te ella okkurt søtt.

Starvsfólkið hevur mannagongdir, sum tey kunnað avvarðandi um, tá vitja verður.

Fyri at minka um smittuvandan, verða flaturnar á kamarinum sprittaðar og heita vit á avvarðandi um at spritta flaturnar av, tá tey fara. Sprittdunkar og einnýtispappír er at finnað á ganginum.  

Annað virksemi, millum annað andaktir, sangløtur, kórsangur, vitjunarvinir verður ikki møguligt enn.

Umlætting:

Er byrja sum áður sambært visitatión. 

Fótarøkt:

Fótarøktari er vælkomin á Heimið á Sýnini, og skulu fylgja mannagongdum inni á Sýnini.

Hárfríðkan:

Um búfólk ynskja hárfríðkara, verður hetta gjørt í samráð við deildina. Hárfríðkari verður tá at veita tænastu á kamarinum hjá búfólkinum.

Tannrøkt og tannlækni:

Um búfólk hava tørv á tannlækna ella tannrøktara, verður hetta avtala millum búfólk, avvarðandi og starvsfólk á deildini.

Terapeutar:

Terapeutarnir veita tænastu til borgarar inni á Sýnini og í egnum heimið

 

Hesar mannagongdir verða galdandi til og við 30. Juni 2020

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder