Uttanlands

Heilt sjáldsamar myndir av Jupiter

Myndir tiknar við nýggja James Webb teleskopinum avmynda veruleikan sum hann sá út fyri 13 milliardum árum síðani

Jupiter í eftirgjørdum litum fyri at tað skal síggjast týðuligari (Mynd: Nasa / EPA)

Jupiter í eftirgjørdum litum fyri at tað skal síggjast týðuligari (Mynd: Nasa / EPA)

2022-08-23 13:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heimsin størsti stjørnukikari, hevur tikið heilt sjáldsamar myndir av Jupiter, størstu gongustjørnuni í okkara sólarskipan.

James Webb-teleskopið tók myndirnar í juli, og fangaði báðar pólarnar á jupiter og stóra reyða blettin á gongustjørnuni, sum er ein stormur í atmosferuni á Jupiter.

- Vit hava ongantíð sæð Jupiter soleiðis fyrr. Tað er ótrúligt, sigur Imke de Pater, professari á University of California, og leiðari fyri verkætlanini, sambært The Guardian.

Tær infrareyðu myndirnar eru í eftirviðgerðini litaðar við bláum, hvítum, grønum, gulum og appelsingulum. Hetta fyri betri at kunna vísa gongustjørnina.

James Webb teleskopið er komið fyri Hubble-teleskopið, ið varð sent út í rúmdina í 1990. Nasa sendi nýggja stjørnukikaran út í rúmdina úr Suðuramerika í desember í fjør.

Kikarin skal gera tað møguligt hjá stjørnufrøðingum at síggja longur aftur í tíðina enn nakrantíð fyrr. Heilt aftur til skapanina av teimum fyrstu stjørnunum og stjørnubreytunum fyri 13,7 milliardum árum síðani.

Tað er bert 100 milliónir ár frá “big bang”, verður sagt.

Ein upptøka við víðvinkli er serliga dramatisk, og vísir ringar kring gongustjørnuna umframt tveir smáar mánar.

Judi Smith, hjálpari hjá Imke de Paater, sigur, at stjørnufrøðingar ikki høvdu væntað at fáa so góðar upptøkur, sum komnar eru. James Webb-kikarin liggur í eini ringrás 1,6 milliónir kilometrar frá jørðini.

Kikarin skal veita granskarum vitan um menningina av teimum allar fyrstu stjørnunum og stjørnuskipanunum.

Fyrstu upptøkurnar vórðu í juli “frumsýndar” í Hvítu húsunum í USA fyri Joe Biden, forseta. Tær vísa eitt nú stjørnuskipanir, sum liggja meira enn 13 milliardir ljósár burturi.

Tað merkir, at myndirnar, sum teleskopið fangar, eru avmyndaðar, sum tær í veruleikanum sóu út fyri 13 milliardum árum síðani, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder