Innanlands

Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið skulu taka støðu til semingsuppskot

Hava fingið freist frá Semingsstovninum til klokkan 11 fríggjadagin.

Terje Sigurðsson, semingsmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Terje Sigurðsson, semingsmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-15 16:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikudagin boðaði boðaði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið frá, at ein semingsroynd við Landsfelag Handverkaranna var miseydnað. 

Semingsstovnurin var boðsendur og hevði lagt uppskot fram, og soleiðis er eisini semingsroyndini millum Heilsuhjálparafelagið (HHFF) og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF).

Partarnir handaðu hvørjum øðrum krøv 25. september. Tað eydnaðist tó ikki at finna semju sínámillum.

Semingsstovunurin er komin uppí og hevur seinnapartin lagt sáttmálauppskot fyri HHFF og KAF.

Hetta var klokkan 14. Sambært vp.fo hava partarnir til klokkan 11 í morgin, fríggjadagin 16. oktober, at svara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder