2025-05-01 08:47

M.C. Restorff hevur í meira enn 50 ár verið ein týðandi partur av føroyska tónleikalívinum.
Hann hevur bygt brýr millum andaligan og verðsligan tónleik og stuðlað mongum ungum tónleikarum. Við dirvi og nærlagni hevur hann sett dám á føroyskan sang og útgávuvirksemi.
Nú verður møguleiki at hoyra eitt úrval av hansara væl kendum sangum, framførdir av fleiri av okkara bestu sangarum.
Atgongumerkja sølan byrjar klokkan 12 í dag, 1. mai. Konsertin verður í Livdini tann 26. oktobur klokkan 20.
Møguleiki er at lesa meira um konsertina og keypa sær atgongumerkið á www.praisehim.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald