Innanlands

Heðin Mortensen: Hvørjar ætlanir eru við Gomlurætt?

Heðin Mortensen, løgtingsmaður, hevur sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í samferðslumálum skrivligan fyrispurning um ætlanirnar við Gomlurætt, tá Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu

2021-01-15 17:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havnin í Gomlurætt verður nýtt av Strandfaraskipum Landsins í sambandi við farleiðirnar í Sandoynna og Hest. Tá Sandoyartunnilin verður liðugur og tikin í nýtslu, er Hestleiðin einsamøll eftir um at nýta Gomlurætt sum samferðsluhavn.

Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, spyr tí Jørgen Niclasen, hvørja ætlan landsstýrið hevur við havnini í Gomlurætt, tá Sandoyartunnilin er liðugur.

- Nú nýtslustigið fer at minka munandi, er tað viðkomandi at fáa at vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur til tess at tryggja, at samfelagið eisini í komandi árum kann fáa ágóðar av havnarlagi og lendi, sum standa mát við íløguna og við inntrivið, ið gjørt er í lendið, sigur Heðin Mortensen.

Landsverk hevur ábyrgd av at reka havnina í Gomlurætt, sum varð tikin í nýtslu í 1993 og kostaði 130 mió kr. at byggja. Tórshavnar Havn leigar sum er ein part av havnalagnum til flótibrúgvar til smábátar og atløgubryggju til ferðamannasigling.

– Javnaðarflokkurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder