Uttanlands

Hawaii: Ferðafólk datt niður í gosfjall

Maðurin varð illa skaddur og er í løtuni innlagdur á sjúkrahúsi

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-05-03 22:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin fekk ein maður álvarsligan skaða, tá hann datt niður í eitt gosfjall á Hawaii.

Bæði bjargingar- og sløkkiliðsfólk máttu samstarva um at fáa mannin úr Kilauea-gosfjallinum. Tá hevði hann verið uml. 20 metrar niðri í gosopinum í en tíma.

Sambært B.T. var maðurin partur av einum ferðaliði, sum vitjaðu gosfjallið, og vanlukkan hendi, tá maðurin sníkti seg nærri gosfjallinum, enn loyvt var.

Maðurin ynskti at koma nærri kantinum, og tað var har, hann misti fótafestið og datt niður.

Tað er ikki greitt, hvussu tað eydnaðist bjargingarfólkunum at fáa mannin upp aftur.

Maðurin varð illa skaddur og varð fluttur á sjúkrahúsið við flogfari ella tyrlu, skrivar CNN.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder