Fóðurdeildin á Havsbrún hevur nú fingið BAP-góðkenning. BAP er stytting fyri Best Aquaculture Practice). Talan er um einastu góðkenningina innan alivinnuna, sum fevnir um alla virðisketuna frá fóðurframleiðslu til smoltaling, sjógvaling og liðugvøruframleiðslu.
Hetta skrivar Bakkafrost á heimasíðu sínari í dag.
Tá ið øll liðini í eini virðisketu eru BAP-góðkend, er talan um 4-stjørnaða góðkenning.
- Góðkenningin av fóðurdeildini á Havsbrún endurspeglar miðvísa arbeiðið, sum er gjørt seinastu árini til tess at hava eina burðardygga framleiðslu. Samstundis er góðkenningin prógv fyri, at starvsfólkini á Havsbrún við nærlagni og ídni hava tikið undir við at framleiða eftir bestu mannagongdum.
At Havsbrún nú er BAP-góðkendur fóðurframleiðari merkir millum annað, at Havsbrún kann veita fóður til alifelagið hjá Bakkafrost í Skotlandi, ið eitur The Scottish Salmon Company, og sum er 4-stjørnaður BAP-laksaframleiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald