
Við einum nýggjum palllistarfestivali ætlar Norðurlandahúsið at savna norðurlendsk listafólk og onnur í palllistarvinnuni.
VERK – Nordic Stage Days verður í døgunum 2.-4. oktober.
Á skránni eru sera ymiskar sýningar úr Íslandi, Føroyum, Noregi/Sápmi og Svøríki, tá ið VERK – Nordic Stage Days fer av bakkastokki.
Talan verður um sjónleik, dans og annan palllist. Evnini fevna um søguligar hendingar, staðbundnar frásagnir og tabu-evni sum skiftisárini, samleikarannsakan og tað, at hoyra til, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.
Festivalurin verður í Norðurlandahúsinum, men sýningar verða eisini á Tjóðpallinum, í OY og á Glasi.
Endamálið við festivalinum er bæði at styrkja føroysku palllistina í norðurlendskum høpi og at geva almenninginum møguleika at uppliva norðurlendska palllist í Føroyum.
– Við hesum festivalinum verða Føroyar ein týðandi viðleikari á norðurlendska palllistarumhvørvinum, sigur Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum.
“VERK – Nordic Stage Days verður ein nýggjur norðurlendskur savningarstaður, har pallistafólk kunnu uppbyggja netverk og skapa nýggj samstørv. Samstundis fáa áskoðarar stórar listaligar upplivingar í Føroyum. Vit gleða okkum.
Skráin fyri VERK – Nordic Stage Days liggur á nlh.fo. Umframt sýningarnar hevur festivalurin eina serstaka skrá fyri fólk innan palllistarvinnuna við samrøðum, netverksfundum og vitanarútbýting tvørtur um Norðurlond.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald