Mentan

Havnarkórið á konsertferð í Suðuroy

Fara at syngja í Vági og Hvalba í morgin – dýra biðidag

2022-05-12 09:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Dýra biðidag hevur Havnarkórið tvær konsertir í Suðuroy. Hin fyrra í Vágs kirkju klokkan 15 og síðani verður farið til Hvalbiar, har konsert verður í kirkjuni klokkan 17

Havnarkórið hevur seinastu árini einamest framført størri kórverk saman við orkestri og solistum.

Kórið framførdi farna heyst stóra oratoriið hjá Haydn, Árstíðirnar. Í vár hevur kórið lagt seg eftir at syngja føroyskan og norðurlendskan kórtónleik. Tað verður eisini tað, sum kórið fer at framføra á suðuroyarferðini.

Eitt av verkunum, sum Havnarkórið fer at framføra er Sólarmessa, sum Pauli Hansen skrivaði til Húsakórið í Keypmannahavn í 2003. Teksturin er samansettur av yrkingum hjá T. N. Djurhuus.

Eisini hevur kórið eina frumframførslu á skrá. Hetta er sangur sum Anne Mette Greve Klemensen hevur gjørt lag og útseting til.

Gitni danski tónasmiðurin Vagn Holmboe hevur fylt nógv í konsertskránni hjá Havnarkórinum, og fer kórið á konsertini at syngja tveir av hansara satsum.

Í Havnarkórinum eru umleið 50 sangarar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder