Mentan

Havleikur 2022 verður í Havn í juli

Minst 300 útlendskir gestir verða við á stóru dansistevnuni

Mynd frá Havleika-stevnuni í Havn í 2008 (Mynd: Alan Brockie)

Mynd frá Havleika-stevnuni í Havn í 2008 (Mynd: Alan Brockie)

2022-06-23 17:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í døgunum 12. til 17. juli verður stóra norðurlendska fólkadansistevnan Havleikur 2022 í Havn.

Einir 300 útlendingar luttaka umframt umleið 300 føroyingar. Stevnan byrjar við setan á Vaglinum mikukvøldið 13. juli, og endar við veitsludøgurða og dansi í Ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið 16. juli.

Hvørt kvøld verður fólkadansur og føroyskur dansur í Norðurlandahúsinum. Harumframt er annað virksemi, ið er serliga ætlað útlendsku gestunum – útferðir, fyrilestrar, føroyskt mentanarkvøld o.a. – umframt, at dansiframsýningar verða runt í býnum leygardagin. 

Føroyingar kunnu luttaka fyri 350 krónur, og gevur hetta atgongd at luttaka í dansitiltøkunum í Norðurlandahúsinum miku-, hós- og fríggjakvøld og í veitsludøgurðanum og veitsludansinum leygarkvøldið umframt sjálvandi á setaninini mikukvøldið og dansinum í býnum leygardagin, sum jú eru almenn tiltøk. 

Tekningarfreistin er í kvøld, og teknað verður gjøgnum lokala dansifelagið í økinum, har man býr.  

Lokalu dansifeløgini fyri føroyskum dansi eru: Klaksvíkar dansifelag, Dansifelagið á Látrinum (Eiði), Eysturoyar dansifelag, Norðstreymoyar dansifelag, Vága dansifelag, Tøkum lætt (Havn), Dansifelagið í Havn, Nólsoyar dansifelag, Leikum fagurt (Sandur), Stígum fast (Dalur), Dansifelagið í Suðuroyar norðaru helvt, Tvøroyrar dansifelag, Jómsvíkingar (Vágur), Sumbiar dansifelag, Fótatraðk (Keypmannahavn).

Lokalu dansifeløgini fyri enskum dansi og fólkadansi eru: Dansihugni (Klaksvík), Fragdin (Sundalagið), Dansifrøi (Havn), Dansigaman (Sandoy), Dansistovugaman (Suðuroy).

Stevnan verður fyriskipað saman við felagsnorðurlendska felagsskapinum Nordlek. Seinast Havleik stevnan var í Føroyum var í 2008

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder