Innanlands

Havborg byggir verksmiðjutrolara fyri 400 milliónir

Pf. Havborg, systurfelagið hjá Pf. Ennibergi í Havn, byggir tolara í Turkalandi

2020-06-12 12:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Reiðaríið Pf. Havborg, sum er systurfelag hjá Pf. Ennibergi, hevur gjørt avtalu við Tersan Shipyard í Turkalandi um at byggja ein nýggjan verksmiðjutrolara, sum kemur til Føroya í 2022

Tað verður í allar mátar ein tíðarhóskandi verksmiðjutrolari, ið setir kós úr Turkalandi ímóti Føroyum í 2022, tá Tersan Shipyard í Turkalandi letur Pf. Havborg nýggjan og stásiligan trolara við einari frystilast á 2.250 rúmmetrar. Tað svarar til umleið 1.000 tons av frystum fiski.

Pf. Havborg er systurfelag hjá Pf. Ennibergi, og ætlanin er at halda fram við fiskiskapi bæði við Ennibergi og nýggja trolaranum, sum í fyrstu atløgu fer til rækjufiskiskap.

- Vit meta, at nú eru støðug viðurskifti innan føroyska fiskivinnu, eftir at vit høvdu nøkur ár í føroyskum politikki, har vit ikki rættiliga vistu, hvussu politiski myndugleikin ætlaði at skipa fiskivinnuna frameftir. Vit halda tí, at nú er rætta tíðin at byggja nýggjan trolara, sigur Kaj Johannessen, stjóri í samtakinum Farcod, sum m.a. eigur Pf. Havborg og Pf. Enniberg.

Skipsteknisk AS í Noreg hevur teknað og projekterað verksmiðjutrolaran í tøttum samstarvi við reiðaríið, soleiðis at nýggi trolarin er serútgjørdur við serligum atliti at munadyggum og tryggum arbeiðsgongdum í øllum liðum umborð.

- Vit leggja stóran dent á tryggleika og allar hentleikar til manningina í rúmligum og nútímans hølum, staðfestir Kaj Johannessen, stjóri.

Tað verður pláss fyri 40 monnum umborð, men alt veldst um, hvat slag av fiskiskapi, talan verður um – t.d. telur manningin 18 á rækjuveiði og 34 til toskafiskiskap. Stórur dentur er lagdur á so skynsama orkunýtslu sum gjørligt fyri at minka sum mest um útlátið.

Verksmiðjutrolarin verður 87,5 metrar til longdar og 18 metrar breiður. Hann verður tøkniliga útgjørdur til at kunna toga við trimum trolum í senn. Talan verður um eina framkomna verksmiðju umborð, sum bæði kann viðgera rækjur, fisk og mjøl.

Skipsteknisk AS teknaði og projekteraði eisini Enniberg fyri 30 árum síðani fyri Mortan Johannessen, sum framvegis er høvuðspartaeigari í samtakinum. Turkiska skipasmiðjan, Tersan Shipyard, sum í næstum fer at strekkja kjølin til nýggja trolaran, hevur drúgvar royndir at byggja dygdargóðar verksmiðjutrolarar.

Nýggi verksmiðjutrolarin kostar umleið 400 milliónir krónur at byggja. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder