Innanlands

Hava møguleikan at fara til Føroya um USA ger innrás

Bingjan varð send víðari úr Føroyum til Nuuk, tá Jensia Dam Højdaard og maðurin vóru á veg til Føroya úr Danmark eftir lestur. Nú arbeiðir Jensia sum tónleikalærari í Nuuk.

2026-08-13 14:00 Author image
Orð og myndir: Regin Winther Poulsen
placeholder

Hvørt týskvøld er kórvenjing á skránni í leiklistaskúlanum í Nuuk. Fólk úr øllum heiminum hittast tá í grønlendska kórinum, Ingiulik, og undir leiðslu av Jensiu Højgaard Dam, savnast tey um tónleik á grønlendskum, enskum og øðrum málum.

Jensia Højgaard Dam úr Havn er útbúgvin lærari, men eftir at hava undirvíst í grønlendska fólkaskúlanum, gjørdist hon tónleikalærari í Nuuk fyri nøkrum árum síðani. Hon undirvísir børnum í sangi og klaverspæli.

Hon og maðurin, Jóhan Davisen, fluttu til Grønlands úr Danmark fyri níggju árum síðani. Tey eru fallin til, og fingu í fjør dóttrina, Aru.

Men tað var rein tilvild, at tey endaðu í Grønlandi. Maðurin var liðugur við lestur í Danmark, og tey vóru á veg til Føroya, tá hann óvæntað fekk eitt arbeiðstilboð í Grønlandi. Jensia kundi eins væl lesa víðari í Nuuk, sum í Tórshavn, so tey tóku av.

- Bingjan stóð í Føroyum, men varð send víðari til Grønlands, greiðir Jensia frá.

Hóast tey bæði trívast væl í Grønlandi, skapti tað ótta í fjør, tá Donald Trump forseti áhaldandi hótti við at yvirtaka landið. Tey høvdu møguleikan at flyta til Føroya í huganum tá.

- Jóhan og eg og diddan hava jú møguleika at fara til Føroyar. Men eg tosaði við ein starvsfelaga á musikkskúlanum, sum segði at tann møguleikan hava tey ikki. So máttu tey fara til Norður- ella Suðurgrønlands, heldur enn vera her, greiðir Jensia frá.

- Men eg veit eisini um summi, sum hugdu eftir arbeiðsmøguleikum í Danmark, greiðir hon frá, og leggur afturat, at ongin, sum hon kennir, hevur hug at hoyra til USA.

- Fyri sovítt heldur ikki til Danmark, men alt til sína tíð, sigur Jensia.

Hoyr fimtu sendingina í podvarpsrøðini um Føroyingar og grønlendska sjálvstýristráðanin, har Regin Winther Poulsen tosar við Jensiu Højgaard Dam:

Hava møguleikan at fara til Føroya um USA ger innrás

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder