Innanlands

Hava koppsett 22,1 prosent av fólkinum

Fimti hvør føroyingur hevur nú fingið fyrri koppsetingina fyri koronu – Eg kann ikki annað enn fegnast um góðu gongdina, sigur landsstyrismaðurin í heilsumálum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-04-25 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú hava 11.751 føroyingar fingið fyrru koppsetingina fyri koronu. Tað svarar til, at uml. fimti hvør føroyingur í Føroyum er vorðin koppsettur, ella 22,1 prosent av fólkinum.

5.529 føroyingar hava fingið báðar koppsetingarnar. Tað svarar til, at 10,4 prosent av fólkinum eru liðugt koppsett.

Við tað, at eldri fólk og fólk í serligum vandabólki hava verið raðfest fremst, merkir tað, at at kalla øll fólk í Føroyum, sum eru í øktum vanda, verða tey smittað við COVID-19 virusinum, nú eru koppsett minst einaferð, skrivar koppsetingarbólkurin í tíðindaskrivi.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur seg fegnast um støðuna.

– Næstan øll okkara gomlu og heilsuveiku fólk eru nú koppsett minst einaferð og eru tí væl vard, sigur hann.

– Eg kann ikki annað enn fegnast um góðu gongdina.

Um stígur ikki kemur í veitingarnar av koppingarevni, eru allir føroyingar liðugt koppsettir fyrst í august. Eftir ætlan fáa Føroyar 5.200 skamtar afturat frá Pfizer/BioNTech í aðru viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder